Håndværkere i håndtryk - HERO Billede HQå
Annonce

Manning í byggivinnuni: Tí loysir tað seg at vera rættvísur

  • 2025-11-10
  • | Af Malene K. Holm

    Vikarstovan STERK vísir, hvussu betri viðurskifti fyri útlendskar handverkarar geva minni fráfall og hægri góðsku í byggiverkætlanum. Ov vánaligar umstøður hava stóra ávirkan á gongdina í vinnuni.

    Martin Rauff Dahl (Portræt ved Havnen) HQ

    Eftirspurningurin eftir royndum og útbúnum handverkarum er stórur í Føroyum, og tað fær nógvar fyritøkur at leita eftir útlendskari arbeiðsmegi. Men ofta verður tað gjørt uttan greiðari ætlan, hóskandi bústaðarviðurskifti og væl skipaðari innleiðslu – og úrslitið verður hareftir: Mistøk, seinkingar og ósemjur millum starvsfólk, sigur Martin Rauff Dahl, stjóri í vikarstovuni STERK.

    Tí hava tey í STERK valt eina aðra tilgongd.

    Hví góð viðurskifti loysa seg

    Eru viðurskiftini ikki í lagi, gongur tað út yvir handverkararnar og fyritøkurnar. Martin Rauff Dahl ynskir ikki at peika eftir vinnuni beinleiðis, men tað er eyðsýnt, at útlendsku handverkararnir ikki trívast, um teir verða stúgvaðir saman í eitt hús við einum køki og tveimum vesum, ella um teir ikki fáa eina greiða innleiðslu í arbeiðsuppgávuna.

    - Vánalig bústaðarviðurskifti føra til ósemjur og misálit – og so verða útleigarar eisini varnir við at leiga út. Tá karmarnir eru vánaligir, fylgir atburðurin við. Tað er sum ”The Broken Window Theory” – tað hevur neiliga ávirkan á alla byggiverkætlanina, sigur hann.

    - Tað førir til nógva útskifting og ávirkar byggitíðarætlanina. Tað er tíðarkrevjandi at upplæra nýggj fólk, rætta feilir, og harafturat minkar arbeiðshugurin, sigur Martin Rauff Dahl.

    Moderne Badeværelse fra 1-persons lejlighed
    Moderne bolig stue-køkken (2-person bolig)
     
     

    Tilgongdin hjá STERK: Etisk og effektiv manning

    Martin Rauff Dahl hevur eina CEMS-Master í altjóða fyrisiting og er fyrrverandi íðin kappróðrarmaður. Hann samanber samstarvið í byggivinnuni við toymismentanina í kappróðri:

    - Í kappróðrarbátinum lærir tú skjótt, at uttan álit, felags ætlan og gott samstarv vinnur mann ikki. Tað er toymismentanin, sum skal til. Tað sama er galdandi í eini byggiverkætlan. Hjá STERK verður dentur lagdur á at hava eina greiða ætlan – og at fylgja henni frá starvssetan til eftirmeting.

    Hann stovnaði STERK í 2023 við endamálinum at vísa, at góð viðurskifti ikki bara eru rættvís, men eisini fíggjarliga skilagóð. Tá útlendskir handverkarar fáa góð arbeiðsvikuskifti, ein hóskandi bústað og rættvísa løn, kenna teir seg virðismettar og virðiliga viðfarnan. Teir arbeiða betur og koma fegnir aftur.

    Málbólkurin eru handverkarar – snikkara, eletrikarar, múrarar, kranførarar og maskinførarar - og vikarstovan tekur sær av øllum tí fyrisitingarliga arbeiðinum.

    Design uden navn (51)
     
     

    At geva sær stundir

    Nógv ferð er á byggivinnuni í dag, men hjá STERK er tilgongdin merkt av góðsku heldur enn mongd:

    - Vit geva okkum stundir at seta røttu fólkini. Vit kanna starvsroyndir og viðmæli, sum er tað týdningarmesta. Eitt viðmæli frá einum fyrrverandi formanni gevur ábending um, hvørt handverkarin hevur førleikar at loysa ávisu uppgávuna. Hendan tilgongdin tekur eitt sindur longri tíð, men tað loysir seg, sigur Rauff Dahl.

    Minni fráfall og betri úrslit

    Royndirnar hjá Martini Rauff Dahl vísa, at handverkarar, ið verða væl viðfarnir, eru álítandi og arbeiða betri.

    - Tá fólk kenna seg viðirsmett, gerast tey partur av toyminum. Tey verða boðin við á túrar niðan í fjøllini og til døgurða á páskum – og tað sæst aftur á bæði sinnalagnum og úrslitum, sigur hann.

    - Herfyri byrjaði ein nýggjur handverkari hjá okkum, sum skal arbeiða við eini umvæling í Havn. Øll skjøl til innleiðslu vórðu gjøgnumgingin í felag, og hann var ómetaliga glaður fyri íbúðina – ein hugnalig íbúð, har kann kann slappa av og njóta frítíðina. Tá vit komu út á arbeiðsplássið, smittaði hansara góða lag yvir á hini. Tað merkist hjá bæði starvsfeløgum, HR og leiðslu.

    - Tað sama hoyra vit frá kundum, at starvssetan á hendan hátt loysir seg. Vit leggja eina greiða ætlan - og víkja ikki frá.

    Rauff Dahl leggur dent á, hvussu týdningarmikið tað er at vera sjónligur og taka ábyrgd fyri, at útlendskir handverkarar hava góðar umstøður.

    - Hetta er ikki rakettvísindi – tað er vanligt vit og skil. At vísa virðing er ikki ein útreiðsla. Tað er tann bíligasta tryggingin móti kaosi, tú kanst keypa. Vit hava ein serligan møguleika at vísa, at lítil samfeløg kunnu ganga á odda. Um vit raðfesta langtíðar trivnað og yrkisføri, kunnu Føroyar gerast ein altjóða fyrimynd fyri rættvíst og effektivt byggivirksemi, sigur Martin Rauff Dahl at enda.

    Um STERK

    - Føroysk vikarstova, stovnað í 2023.

    - Veitir handverkarar til alla byggivinnuna.

    - Stendur fyri bústaði, innleiðslu, sáttmála og eftirmeting.

    - Hevur í løtuni umleið 25 handverkarar í starvi ymsastaðni í byggivinnuni.

    - Veksur støðugt við denti á góðsku og trivnaði.

    - Virkar eftir etiskum virði: “Ger tað, sum er rættvíst – eisini tá tað er torført”.

     

     

    Anbefalede artikler